Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 04.10.2016 (08:42)

Rio heimspremieru í Paris

Ein heilt nýggjur Kia Rio hevur heimspremieru á bilaframsýningini Paris Motor Show, sum er í hesum døgum.

 

Hesin er fjórða generatión av Kia Rio, sum fyrstu ferð kom á marknaðin í 2000.

 

Bilurin er designaður á teknistovum hjá KIA í Týsklandi og Kalifornia í tøttum samstarvi við  Kia í Suðurkorea, har bilurin eisini verður framleiddur.  

 

Kia Rio verður at fáa við ymiskum bensinmotorum frá 87 hk til 120 hk og tveimum  dieselmotorum við ávikavist 70 og 90 hk.

 

Famleiðslan byrjar síðst í hesum árinum, og eftir ætlan kemur bilurin á marknaðin í mars 2017.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/