Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 26.12.2018 (06:40)

Saab endurreistur til kinesiska marknaðin

Húsagangur og endurskipan. Í desember í 2011 rullaði síðsti bilurin av verksmiðjuni hjá Saab í Trollhättan í Svøríki.

 

Ella tað hildu vit í øllum førum. Men so komu nýggir eigarar framat, og Saab varð endurreistur undir navninum Nevs. Nú hevur Nevs avdúkað, at tey hava fingið loyvi til at framleiða og selja bilar í Kina.

 

– Tað er ein ótrúligur varði á vegnum. Ongar aðrar útlendskar fyritøkur hava fingið slíkt loyvi, og tað er eitt gott tekin, at tað er eydnast okkum. Virðið á virkinum er vaskið við risafetum nú, sigur Stefan Tilk, næstformaður í Nevs, við Sveriges Radio.

 

Ætlanirnar hava verið á veg leingi, og Nevs-eigararnir hava higartil sagt, at teir longu í 2018 skuldu framleiða 10.000 bilar í Kina.

 

Búskaparliga avbjóðingin steðgaði tó hesum ætlanum, men tað sær nú út til at eydnast í 2019.

 

Fyrsta modellið, sum framleiðarin fer at byggja, er elbilurin 9-3 EV. Sum navnið sigur bendir tað á eina víðarimenning av gamla Saab 9-3 modellinum, og umframt elektrisku megina og búmerkið, so líkist bilurin svenska undanmanninum púrasta.

 

Á verksmiðuni í Trollhättan arbeiða umleið 700 fólk, meðan 800 eru í starvi í hinari verksmiðjuni, sum er í Tianjin í Kina.

 

Eftir ársskiftið fara tey á Trollhättan-verksmiðjuni aftur at framleiða ymsar lutir til teir nýggju Nevs-bilarnar. Lutirnir verða síðani sigldir til Tianjin-verksmiðjuna, har bilarnir verða settir saman og síðani seldir til kinverkar kundar.

 

Í sambandi við nýggja loyvið fer Nevs at seta 1.000 fólk afturat í starv á verksmiðjuni í Kina. Í Trollhättan-verksmiðjuni verður fyribils eigin broyting.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her