fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 5.4m/s

Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 20.01.2017 (08:10)

Sjálvkoyrandi VW rugbreyð í 2025

Við konseptbilinum I.D. Buzz sýnir Volkswagen Group eina framtíðar tulking av gamla rugbreyðinum hjá Volkswagen á Detroit Motor Show.

 

Tað er ikki nakað nýtt, at VW sýnir fram ymiskar utgávur av hesum minibussum, sum skulu minna um gamla kenda VW Rugbreyðið, men higartil hevur tað einans snúð seg um konseptbilar. 

 

I.D. Buzz er rættiliga stórur, hann er 494 cm langur, 198 cm breiður og 196 cm høgur. Hann hevur átta sitipáss og stórt viðførisrúm. Tveir elmotorar geva bilinum tilsamans 369 hk, og hann koyrir frá 0-100 km/t uppá einans 5.0 sekund.

 

Sambært Volkswagen kemur bilurn á marknaðin í 2020, og fimm ár seinni verður hann so framkomin, at hann verður sjálvkoyrandi.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/