fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 5.4m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 29.01.2017 (15:56)

Skrásetingargjaldið fløvar í landskassanum

Høgu skrásetingargjøldini á bilar í Føroyum síggjast aftur í landskassanum – og tá nógvir bilar verða seldir, so merkist tað væl í landskassanum.

 

Skrásetingargjald verður kravt sambært løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum við seinni broytingum.

 

Lesið eisini: Latið fólkið sleppa at keypa kvalitetsbilar

 

Skrásetingargjaldið byggir á eitt virðisgjald, og eitt CO2-avgjald. Gjaldið verður rindað í landskassan, samstundis sum akfarið verður skrásett. Henda høvuðskonta fatar eisini um burturbeiningargjald og umskrásetingargjald.

 

Sambært løgtingsfíggjarlógini fyri 2017, so er júst skrásetingargjaldið av bilum ein veksandi inntøkukelda hjá landinum, tí í 2014 var inntøkan av skrásetingargjaldinum 124 milliónir krónur. Í 2015 var inntøkan 146 milliónir krónur, í 2016 var 145 milliónir krónur, og játtanin í 2017 er 160 milliónir krónur. Roknað verður við, at inntøkan í 2017 verður 165 milliónir krónur og í 2018 170 milliónir krónur.

 

Til samanberingar kann nevnast, at inntøkan hjá landskassanum av avgjaldi á fiskatilfeingi í ár er 165 milliónir krónur, og at loyvisgjald á alivinnuna er 125 milliónir krónur. Inntøkan av vegskatti er 113 milliónir krónur.