fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 16.9m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 21.09.2016 (13:46)

So ringt er tað at parkera á Skálatrøð í Havn

Tað er vónleyst at finna parkeringspláss á Skálatrøð, tá liðið er nakað út á dagin.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja, hvussu har sá út klokkan 11:30 í dag.

 

Skálatrøð er einasta parkeringspláss, sum íbúgvar í miðbýnum, fólk sum arbeiða í miðbýnum og fólk sum vitja í miðbýnum kunnu brúka, um tey ætla sær at parkera í longri tí enn tveir tímar.

 

Les eisini: http://www.in.fo/news-detail/stadionoekid-100-nyggj-p-plass-fyri-40/Stadionøkið: 100 nýggj p-pláss fyri 40

 

Hevur tú eitt lítið ørindi í miðbýnum, so eydnast tær kanska at finna eitt av stutttíðarparkingsplássunum. Á fleiri teirra ber bara til at standa í 15 minuttir, hálvan tíma, heilan tíma ella í tveir tímar. Tað eru bara tey átta landsstýrisfólkini, sum kunnu standa á hesum plássum fyri dagin.

 

Les eisini: http://www.in.fo/news-detail/fleiri-enn-50-p-plass-horvin-i-midbynum/Fleiri enn 50 p-pláss horvin í miðbýnum

 

Um tú býrt í miðbýum, og ætlar at lata bilin standa, so kann hann bara standa á Skálatrøð, á parkeringsplássinum á Glaðsheyggi ella á Frúutrøð. Tú kanst ikki brúka stutttíðarparkeringsplássini, tí tað er bannað at ganga út og flyta parkeringsskivuna. Skal parkeringsskivan flytast, so skal bilurin flytast – men ikki nóg mikið við tí. Tú kanst ikki flyta bilin bara fyri at flyta parkeringsskivuna, tú skalt »eitt veruligt ørindi«, annars fært tú bót.

 

Tí er fólk, sum búgva í miðbýnum og fólk sum arbeiða í miðbýnum sera illa fyri viðvíkjandi parkeringsplássum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her