Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 26.06.2017 (10:09)

Størri og smartari Micra

Nú 35 ár eftir at fyrsti Nissan Micra kom fram, er ein heilt nýggjur Micra komin á marknaðin. Hesin hesin er fimta generatión síðan 1982.

 

Hetta er eisini fyrstu ferð at Micra er komin við so kollveltandi designi, eins og hann tøkniliga er í fremstu røð.

 

Bilurin varð fyrstu ferð sýndur fram í fjør á fleiri altjóða bilaframsýningum sum konseptbilurin Nissan Sway. Nýggi Micra líkist nógv konseptbilinum og er bæði smartari og størri enn forgangarin í modernaðum evropeiskum designstíli.

 

Micra er sera væl útgjørdur sum standard og fæst í útgávunum: Visia, Acenta, N-Connecta og Tekna. Tvær bensin útgávur eru at velja í millum og ein diesel. Nissan Micra kann síggjast og roynast hjá Auto Service.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her