fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 11.7m/s

Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 21.02.2017 (07:43)

Stórur áhugi fyri vetnisbilinum

Seinastu vikurnar hevur Reyni Service sýnt fram ein heilt serligan bil, sum fer av landinum aftur í vikuni.

 

Talan er um vetnisbilin Toyota Mirai, sum kom úr Danmark við fullum tanga av brennievni. Mirai koyrir umleið 500 km upp á ein tanga. Eingin áfyllingarstøð til vetnisbilar er í Føroyum. 

 

Miari er ein stórur bilur, hann er næstan fimm metrar langur, men hevur einans fýra sitipláss, har øll sita í væl í flottu leðurkabinuni.

 

Bilurin er ein uppliving bæði fyri bilføraran og tey ferðandi í bilinum. Hann koyrir ljóðleyst, og komforturin er á høgum støði. Designið er sermerkt, og hann líkist ongum øðrum bili, sum vit kenna.

 

Mirai merkir framtíð á japanskum, og bilurin dálkar als ikki. Einasta útlátið undir koyring er vatn. Bilurin hevur 154 hk elmotor, battarí, brennikyknur og hátrýsttangar til brint.  Hann koyrir frá 0-100 upp á 9,6 sekund, og toppferðin er 178 km/t.

 

Toyota Mirai hevur fingið nógvar heiðurslønir frá motorjournalistunum fyri at ganga á odda í sambandi við framtíðar bilteknologi.

 

Sámal av Reyni, stjóri hjá Reyni Service, sigur, at stórur áhugi er fyri bilinum, men tað verður ikki fyrr enn vit hava áfyllingarstøðir, at til ber at selja hesar hesar bilar í Føroyum.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her