Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 05.04.2017 (17:47)

»T. Hansen« á Hjalla ikki stundir at lata upp enn

Handilin hjá donsku fyritøkuni T. Hansen, sum skuldi lata upp beint eftir nýggjár, er ikki latin upp enn. Men tað er ikki tí, at ætlanin er slept.

Andreas M. Andreasen, sum er settur sum leiðari fyri handilin í Føroyum sigur, at tey er um at vera liðug við at gera alt klárt, og so verður latið upp.

Men hjá T. Hansen í Danmark hava tey uttan iva nógv um oyrini í hesum døgum, og tí kunnu vit bara gita, at handilin á Sandvíkarhjalla ikki hevur hægstu raðfesting.

Síðani avgerð varð tikin um at lata upp deild í Føroyum, hevur fyritøkan »T. Hansen« keypt fleiri aðrar stóra fyritøkur, bæði Danmark og í Noreg. Í Danmark hevur fyritøkan millum annað keypt »Mekonomen«, sum eisini hevur deild í Føroyum. Og í Noreg hevur fyritøkan keypt ketuna »Torshov Bilrekvisita«.

Tað er danski ríkmaðurin Bent Jensen, sum eigur »T. Hansen«. Hann er nummar 75 á listanum hjá Berlingske Business yvir ríkastu persónar í Danmark og sigst vera góður fyri 1,4 milliardir krónur.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her