Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 31.03.2018 (06:36)

Tesla afturkallar 123.000 bilar vegna rust

Elbilaframleiðarin leggur dent á, at rustur í stýriskipanini hevur elvt til óhapp. Bilar við trupulleikanum kunnu verða seldir í Danmark.

 

Amerikanski elbilaframleiðarin Tesla afturkallar 123.000 bilar av slagnum Model S, sum eru framleiddir fyri apríl 2016.

 

Tað er fyri at umvæla ein trupulleika við stýriskipanini, har fleiri bóltar kunnu fara at rusta – í økjum, har tað er kalt, um teir verða settir í samband við vegsalt, boðaði Tesla frá skírisdag.

 

Danskir Tesla-eigarar kunnu vera umfataðir av afturkallanini. Ein telefonsvarari frá eini danskari tænastulinju boðar frá, at bilaeigarar um so er fáa beinleiðis boð.

 

– Um tín bilur er ávirkaður, fært tú ein teldupost og eitt bræv við nærri frágreiðing. Vit vilja proaktivt sýna og eftirmontera serovstýringsbóltarnar í bili tíni. Til ta tíð kann bilur framvegis koyra.

 

– Vit seta okkum í samband ivð teg fyri at fáa eina tíð at skifta bóltarnar, tá lutirnir eru tøkir í tínum øki, verður sagt.

 

Tesla leggur dent á í sambandi við afturkallanina, at trupulleikin ikki hevur ført til nakra vanlukku, og at afturkallanin verður gjørd soleiðis, at hon er til minsta ampa fyri kundan.

 

Bóltarnir, sum kunnu rusta av vegsalti, eru gjørdi av týska veitarnum Bosch.

 

– Vit hava sæð rust í bóltum í servostýringini. Tó bert har tað er kalt – serliga har tað vanliga verður brúkt calcium – ella magnesium-vegsalt í staðin fyri natrium klorid (borðsalt), skrivar Tesla í telduposti til kundarnar.

 

Um bóltarnir rusta og gera servostýringina óvirkna, kann kundin framvegis stýra bilinum. Tað verður bara tyngri og krevur fleiri kreftir, sigur Tesla.

 

Tað tekur umleið ein tíma at skifta bóltarnar á eini tænastustøð hjá Tesla, upplýsir felagið.

 

/ritzau/Reuters

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her