fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 5.4m/s

Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 03.11.2016 (12:00)

Toyota er tað virðismiklasta bilmerkið

Virðismiklasta bilmerki í heiminum er Toyota, nummar tvey er BMW, meðan Mercedes-Benz er nummar trý.

 

Listin av bilmerkjum er tikin úr listanum hjá stóra databasanum BrandZ yvir heimsins virðismiklastu fyritøkur har Google er nummar eitt, Apple nummar tvey og Mikrosoft er nummar trý.

 

Toyota er nummar 28 á samlaða listanum hjá BrandZ yvir heimsins virðismiklastu fyritøkur. Annars sær topp 10 listin hjá bilmerkjunum soleiðis út: Toyota, BMW, Mercedes-Benz, Honda, Ford, Nissan, Audi, Land Rover, Porsche og Tesla.

 

Kelda: Motormagasinet

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/