fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 16.7m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 01.10.2016 (06:32)

Toyota liggur framvegis á odda

Hagtølini frá Akstovuni vísa framvegis, at Toyota er mest seldi bilur í Føroyum.

 

Av teimum 2.160 nýggju akførunum, sum eru seld higartil í ár, eru seldir 266 Toyota. Næst Toyota kemur Citroen við 216 og síðani Volkswagen 203 nýggjum bilum.

 

Meginparturin av nýggju akførunum, sum verða innflutt eru persónbilar. Higartil eru 1.597 nýggir persónbilar í mun til 1.376 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein øking upp á 221 bilar ella 16,1 prosent. Samlaði vøksturin í innflutningi av akførum higartil í ár er 13,45 prosent.

 

Tíggju tey mest seldu bilmerkini higartil í ár síggjast í talvuni niðanfyri. Vert er at leggja til merkir, at viðfestisvognurin Variant framvegis er á topp 10 listanum:

 

Bilmerki

Akf.tal

TOYOTA

266

CITROEN

216

VOLKSWAGEN

203

NISSAN

191

FORD

162

MITSUBISHI

148

MERCEDES-BENZ

77

KIA

73

OPEL

73

VARIANT

72

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her