Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 02.03.2017 (08:56)

Toyota Prius í nýggjari útgávu

Tá fyrsti Toyota Prius kom á marknaðin fyri 20 árum síðan, var hann kosin heimsins mest framkomni og umhvørvisvinarligi familjubilur í miðalklassanum.

 

Nú Prius er komin í fimtu generatión, er hann framvegis ein slóðbrótandi bilur hvat hybridtøkni viðvíkur.

 

Bilurin, sum verður drivin av bæði bensin og el, hevur fingið óteljandi heiðurslønir um allan heim.

 

Hóast hann framvegis hevur 1,8 bensinmotor, er talan um ein heilt nýggjan motor, sum saman við el-motorinum koyrir upp til 33,3 km/l. Hesir báðir motorarnir geva tilsamans 122 hk. CO2 útlátið kemur heilt niður á 70 g/km.

 

Ein orsøk til at bilurin er so økonomiskur er e-CVT gearkassin, sum alla tíðina gagnnýtur orkuna frá motorunum optimalt. Eisini hevur bilurin eitt nýtt kølisystem, sum syrgir fyri at motorurin verður skjótari heitur enn áður.

  

Hybridkonseptið virkar soleiðis, at bensinmotorurin og el-motorurin supplera hvønn annan, og syrgja fyri at bilurin altíð koyrir optimalt, bæði hvat kraft, økonomi og umhvørvisvernd viðvíkur. 

 

Á skígganum í instrumentborðinum sæst hvar bilurin fær orkuna frá, meðan hann koyrir, um tað er frá bensin ella el-motorinum ella frá battaríunum. Eisini hvat aktuella bensinnýtslan er. Í vanligari býkoyring koyrir Prius fyri ein stóran part bert við el-motorinum. Hetta gongur fullkomiliga ljóðleyst fyri seg, og dálkingin er eingin.

 

Nýggi Prius er sera væl útgjørdur og hevur hópin av innbygdum trygdarskipanum sum standard. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Reyni Service

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her