fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 7.4m/s

Leita á in.fo

Tróndur Kragesteen gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við átta málum ímóti H71 í fyrru hálvfinaluni í Faxe Kondi kappingini, sum var spæld í Hoyvíkshøllini í kvøld

Heri Simonsen 07.02.2018 (22:20)

Tróndur: Góðkent eftir umstøðunum

H71 vann sær ein lítlan fyrimun í Faxe Kondi kappingini hjá monnum við at vinna 27-25 (10-12) á Neistanum í fyrru hálvfinaluni í Faxe Kondi kappingini.

 

Hilmar Leon Jakobsen var toppskjútti hjá H71 við níggju málum, og Tróndur Kragesteen var toppskjútti hjá Neistanum við átta málum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við navnan, Tróndur Kragesteen sum við sínum átta málum gjørdi sítt fyri at halda Neistan inni í dystinum.

 

Tróndur Kragesteen heldur, at eitt tepurt tveymálstap á útivølli er góðkent, serliga sæð í ljósinum av, at Neistin mátti leggja spælætlanina um tá Rasmus Søby fór av vøllinum við skaða.

 

Tróndur Kragesteen staðfestir, at Rasmus Søby er ein framúr góður spælari, men Tróndur heldur ikki, at tað nervaði avrikið hjá neistamonnum, har fleiri vísti sínar dygdir í kvøld. 

 

Hoyr Trónd Arge siga frá spennandi dystarendanum, og hoyr Teitur Joensen taka samanum dystin HER

 

Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Hilmar Leon Jakobsen hjá H71 HER

 

Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Sonni Larsen, venjara hjá H71 HER

 

 

 

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her