fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 11.7m/s

Leita á in.fo

Ungdómsbilurin Nissan Idx Nismo

Magnus Gunnarsson 14.11.2016 (10:18)

Ungdómsbilar frá Nissan

Bilaframleiðarar um allan heim merkja ein minkandi áhuga hjá teimum ungu fyri at keypa bilar.

 

Serliga í Japan hevur yngra generatiónin mestsum vent bilum baki, tí skal nakað eyka til fyri at fáa tey ungu at keypa sær bil.

 

Tey ungu í Japan klára seg væl uttan bil. Pengarnir fara til m.a. at gjalda telefonrokningar. Harafturat er tað dýrt at parkera, og tað er lætt at koma runt í býunum við kollektivu flutningstólunum.  

 

Nissan hevur gjørt tveir nýggjar konseptbilar fyri at tekkjast teimum ungu: IDx Freeflow og IDx Nismo. Bilarnir eru gjørdir í samstarvi við ungar japanarar, sum hava sagt sína hugsan um, hvussu ein bilur skal síggja út. Báðir bilarnir høvdu heimspremieru á Tokyo Motorshow 2016.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her