Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 01.08.2018 (06:32)

Vit keypa alsamt fleiri nýggjar bilar

Innflutningurin av bilum veksur framvegis. Tað vísa nýggjastu tølini frá Akstovuni, sum eru fyri sjey teir fyrstu mánaðirnar í ár.

 

Higartil í ár eru innflutt 1.828 nýggj akfør, sum eru 174 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá vit innfluttu 1.654 nýggj akfør. Talið er vaksið 10,5%.

 

Nógv tann størsti parturin av innfluttu akførunum eru persónbilar – 1.373 í tali. Tað eru 179 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá vit innfluttu 1.194 nýggjar persónbilar. Vøksturin í innflutninginum av nýggjum persónbilum er 15%.

 

Yvirlitið frá Akstovuni um skráseting av nýggjum akførum fyri Jan-Jul 2018 og 2017 sær soleiðis út:

 

 

 

 

 

 

 

 

%broyting 18/17

Bussar

0

0

0

3

1

2

200.00 %

Hýruvognar

1

2

-1

18

10

8

80.00 %

Kampingbilar

1

0

1

4

6

-2

-33.33 %

Kampingvognar

0

2

-2

4

11

-7

-63.64 %

Lastbilar

3

1

2

10

17

-7

-41.18 %

Leguvognar

0

0

0

2

2

0

0.00 %

Lendisakfør

0

0

0

5

10

-5

-50.00 %

Motorsúkklur

0

0

0

5

8

-3

-37.50 %

Neyðsendarakfør

0

2

-2

5

7

-2

-28.57 %

Persónbilar

192

142

50

1373

1194

179

14.99 %

Prutl

10

11

-1

53

56

-3

-5.36 %

Smábussar

0

0

0

1

2

-1

-50.00 %

Tangabilar

0

0

0

1

2

-1

-50.00 %

Viðfestivognar

27

19

8

118

118

0

0.00 %

Vøruvognar

26

18

8

226

210

16

7.62 %

Samlað:

260

197

63

1828

1654

174

10.52 %


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her