Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 01.01.2019 (07:31)

Volkswagen var aftur mest seldi bilur í fjør

Eins og í 2017 so var Volkswagen eisini mest seldi bilur í Føroyum í fjør.

 

Tað vísir uppgerð frá Akstovuni, sum sigur, at mest seldi bilur í fjør var Volkswagen við 348 nýggjum bilum.

 

Tað er eru 20 bilar fleiri, enn Volkswagen seldi í 2017, tá týska bilmerkið eisini var mest seldi bilur í Føroyum.

 

Tað eru nú trý ár síðani, at Toyota seinast var mest seldi bilur í Føroyum. Síðani 2008 hevur Toyota seks ferðir ligið á fremsta plássi. Annars hevði Citroen nøkur góð ár, og var mest seldi bilur í 2012, 2013 og í 2015.

 

Mest seldu bilmerkini í Føroyum síðani 2008 eru hesi:

 

2018    Volkswagen 348 bilar

2017    Volkswagen 328 bilar

2016    Toyota 315 bilar

2015    Citroen 311 bilar

2014    Toyota 310 bilar

2013    Citroen 301 bilar

2012    Citroen 225 bilar

2011    Toyota 154 bilar

2010    Toyota 147 bilar

2009    Toyota 121 bilar

2008    Toyota 208 bilar

 

10 tey best seldu bilmerkini í fjør vóru hesi:

 

Bilmerki

Akf.tal

VOLKSWAGEN

348

TOYOTA

279

RENAULT

263

FORD

242

NISSAN

198

VOLVO

191

KIA

165

MITSUBISHI

130

SUZUKI

127

CITROEN

126


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her