Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 30.11.2016 (14:10)

Volvo V60 Cross Country

Volvo V60 Cross Country er ein sera væl koyrandi bilur í allar mátar. V60 er stationcar útgávan av Volvo S60 og er ein av heimsins tryggastu bilum.

 

Vit hava royndarkoyrt V60 við 2.0 dieselmotori og 150 hk. Bilurin er kvikur við góðum botntrekki. Snúningsmomentið er heilar 350 Nm við 1.500 – 2.500 snún/min.

 

Tað merkist lítið til, at bilurin er diesel, hann er friðarligur og væl ljóðdoyvdur. Automat gearkassin ger eisini sítt til, at koyrikomforturin er so góður. Volvo V60 fæst við fleiri ymiskum bensin- og dieselmotorum, sum allir eru kvikir og krafta væl, eins og teir og eru sera orkusparandi og reinir.

 

Hvat útgerð viðvíkur fæst Volvo V60 Cross Country í útgávunum Kinetic, Momentum og Summum. Hesin er ein í Momentum útgávuni við sport leðurkabinu og 18” felgum.

 

Bilurin hevur eina sera framkomna bremsuskipan, sum registrerar um t.d. ein fótgangari er á koyribreytini framman fyri bilin, og reagerar áðrenn bilførarin traðkar á bremsupedalin eins og hann fæst við eini trygdarskipan, sum leggur til merkis og ávarar bilføraran, um hann er ov troyttur og er við at sovna undir koyring. Bilurin er tøkniliga sera framkomin og hevur ein hóp av innbygdum trygdarskipanum sum standard. 

 

V60 tekur seg eisini væl út í Cross Country útgávuni við t.d. gáttpanelum og plast um skermopningarnar og stóru 18” hjólunum. Tað er nakað av off-road yvir bilinum. Bilurin kann síggjast og roynast hjá P/F Wenzel.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/