fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 11.7m/s

Leita á in.fo

Magnus Gunnarsson 08.03.2017 (10:15)

Volvo XC60 við automatiskari stýring

Nýggjasti Volvo XC60, sum verður frumsýndur á bilaframsýningni í Geneve nú í mars, stýrir automatisk uttan um vandastøður í ferðsluni.  

 

Sambært Volvo verður nýggi  XC60 við skipanini “Collision Warning with Autobrake system” ein av tryggastu bilum á marknaðinum.

 

Visjónin hjá Volvo er, at í 2020 skal eingin doyggja ella koma álvarsliga til skaða í ferðsluni í einum Volvo.

 

Volvo XC 60 hevur fleiri innbygdar trygdarskipanir, ið miða ímóti tí sjálvkoyrandi bilinum sum verður veruleiki um ikki so nógv ár.

 

Nýggjur Volvo XC60 kemur á marknaðin seinni í ár.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her