Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 18.11.2017 (06:30)

VW og Toyota kappast um fyrsta plássið

Toyota er framvegis mest seldi bilur í Føroyum. Eisini 10 teir fyrstu mánaðirnar í ár, vísa hagtøl frá Akstovuni.

 

Tá vit seinast gjørdu upp bilasøluna í Føroyum eftir níggju teir fyrstu mánaðirnar, var Toyota klárt á odda sum mest seldi bilur í Føroyum. Men nú er støðan ikki eins eyðsýnd.

 

Tá setpember varð uppgjørdur, var Toyota á odda við 19 fleiri seldum bilum enn Volkswagen. Nú eru teir bara tríggjar bilar frammanfyri.

 

Soleiðis liggur Volkswagen nú á øðrum plássi og á triðja plássi kemur Citroen.

 

Hyggja vit eftir søluni 10 teir fyrstu mánaðirnar í ár borið saman við alt árið í fjør, so eru tað serliga tvey bilmerki, Renault og Volkswagen, sum hava selt fleiri bilar teir 10 mánaðirnar í ár enn alt árið í fjør. Og har er tað serliga Renault, sum hevur selt 38,2 prosent fleiri bilar í 10 mánaðir í ár enn í alt fjør.

 

Talvan niðanfyri vísir mest seldu bilarnar fyrst 10 teir fyrstu mánaðirnar í ár – borið saman søluna í fjør:

 

 

 

Jan-okt 2017

 

Jan-des 2016

 

 

 

Bilmerki

tal

Bilmerki

Tal

munur %

2

TOYOTA

271

TOYOTA

315

86,0

3

VOLKSWAGEN

268

VOLKSWAGEN

259

103,5

4

CITROEN

231

CITROEN

269

85,9

5

NISSAN

228

NISSAN

239

95,4

6

FORD

152

FORD

217

70,0

7

RENAULT

123

RENAULT

89

138,2

8

MITSUBISHI

120

MITSUBISHI

183

65,6

9

MERCEDES-BENZ

92

MERCEDES-BENZ

105

87,6

10

KIA

83

KIA

86

96,5

1

OPEL

89

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her